Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytir

Advokatfelagið hevur skrivstovu á Lucas Debesar gøtu 8, 100 Tórshavn.

Vit eru at hitta á skrivstovuni, á telefonnummar 203040, umframt teldupost lawfirm@lawfirm.fo.

Okkara V-tal er 309265.

Advokatfelagið er eitt íognarfelag við hesum smápartafeløgum sum íognarar:

Sp/f Advokatsmápartafelagið Petur Even Djurhuus Advokatur (skrás.nr. 4160),

Sp/f Advokatsmápartafelagið Jógvan E. Ellefsen Advokatur (skrás.nr. 4161),

Sp/f Advokatsmápartafelagið Ingi Højgaard Advokatur (skrás.nr. 4190) og

Sp/f Advokatsmápartafelagið Gunn Ellefsen (skrá.nr. 5731).

Advokatfelagið hevur klientkontur í Føroya Banka, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa. Uttan so at annað verður avtalað ella upplýst, verður peningur latin okkum í varðveitslu, settur inn í ein av nevndu peningastovnum. 

Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarar fulnað sambært galdandi lóg um "garantiordning for indskydere og investorer" við í mesta lagi 100.000 euro (umleið 750.000 kr.). Mesta upphæddin fevnir um samlaða innskotið í bankan, sama um peningurin stendur á ymsum kontum, herundir á klientkonto og egnari konto. 

Serligar reglur eru galdandi fyri innskot viðvíkjandi fastari ogn, um fasta ognin hevur verið nýtt til, ella fyri tað mesta er ætlað til ikki-vinnuligt endamál. Her er fulnaður fyri upp til 10 milliónir euro, inntil 12 mánaðir eftir upphæddin varð sett inn, og uttan mun til um innskotið stendur á serskilta konto. 

Nærri upplýsingar um trygarskipanina eru at finna á heimasíðini hjá Garantiformuen, www.gii.dk

Advokatarnir á Advokatfelagnum hava loyvi frá Justitsministeriet í Danmark at virka sum advokatar og eru limir í Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya. 

Allir advokatar á Advokatfelagnum eru fevndir av ábyrgdartrygging og garantiskipan, sum er teknað hjá trygginarfelagnum HDI GLOBAL SPECIALTY DANMARK, Dansk filial af HDI Global Specialty SE, Tyskland. Ábyrgdartryggingin dekkar alt advokatvirksemið hjá Advokatfelagnum. 

Advokatfelagið nýtir vanligar viðskiftatreytir, herundir reglur um lógval og varnarting, sum eru galdandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd. Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her

Advokatarnir á Advokatfelagnum eru undir eftirliti av Advokatsamfundet og eru sambært § 126 í rættargangslógini fevndir av reglunum um góðan advokatsið. Afturat hesum eru advokatetisku reglurnar galdandi. Tær reglur, sum serliga eru galdandi fyri advokatvirksemið, finnast á heimasíðini hjá Advokatsamfundet, www. advokatsamfundet.dk

Er ósemja um ómaksløn, og/ella er ein klientur ónøgdur við atburðin hjá einum av advokatunum á Advokatfelagnum, kann klienturin kæra støddina av ómakslønini og/ella atburðin til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk