Arbeiðsøkir

Arbeiðsøkir

Felagið er, sum navnið sigur, eitt advokatvirki. Felagið átekur sær løgfrøðiligt ráðgevingar- og yrkisarbeiði og veitir viðskiftafólki sínum advokatumboðan í borgarligum og revsirættarligum trætumálum, herundir í sakarmálum, sum verða skotin inn fyri landsrættin og hægstarætt í Keypmannahavn. Eisini møta vit í gerðarrættarmálum.