|
|
|
|
|
Felagið er, sum navnið sigur, eitt advokatvirki og átekur tað sær alt løgfrøðiligt ráðgevingar- og yrkisarbeiði, umframt at veita viðskiftafólki sínum advokatumboðan í borgarligum og revsirættarligum trætumálum av einumhvørjum slagi og á einumhvørjum stigi í føroyskum einsvæl sum í donskum rættarhøpi, herundir at møta í sakarmálum, sum verða skotin inn fyri landsrættin og hægstarætt í Keypmannahavn.
Av løgfrøðisligum yrkisøkjum, sum serligur dentur verður lagdur á, er at nevna
- partafelagsrættur og annar vinnuligur felagsrættur - tryggingarrættur - bankavirksemi - kontraktsrættur - rættur um vinnuligt virksemi, harundir ídnaðarvirksemi - arbeiðsrættur - sjórættur, - ognarrættur - landbúnaðarrættur - skipabygging - byggiarbeiðir á landi - keyp- og søla av skipum - keyp- og søla av fastari ogn - fyrisitingarrættur - fiskivinna - oljuvinna - familju- og arvarættur - trotabúgvavirksemi - innheintingarvirksemi - gerðarrættarvirksemi |
|
|
|
|
|
|
|
|