Skrá
 

Søgan

Tann 12. september 1928 var henda lýsing í Dimmalætting:
 

 

 

 

Tað er líkt til, at rættilig gongd beinanvegin kemur á virksemið, tí longu tann 7. november sama ár hevur Janus Djurhuus, sakførari og skald hesa lýsing í Tingakrossi:

 

   

 

 

 
Felagið húsaðist tey fyrstu árini í sethúsunum hjá Thorsteini Petersen í Kongagøtu, men flutti í 1948 saman við øðrum leigarum í nýggjan skrivstovubygning á Bryggjubakka, har felagið helt til næstu hálvthundrað árini, fyri síðani at flyta í bygningin Yviri við Strond 4, har nú verður hildið til.
 

 

Føroyska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum, síðani felagið í 1928 fór undir virksemi sítt, og hevur felagið støðugt lagt áherðslu á at hava ein virknan lut í menningini av samfelagnum.

Niðanfyri eru nevnd nøkur søgulig kut frá fjølbroytta virksemi felagsins fyrstu fimmti árini.

Tær fyrstu joyrnalbøkurnar

Tær fyrstu journalbøkurnar

1932     Føroyska tryggingarfelagið P/F Trygd verður stovnað.

1932     P/F Sjóvinnubankin, nú P/F Føroya Banki, verður settur á stovn.

Trygd og Sjóvinnubankin

Mynd: Føroya Fornminnissavn

1934     Útgerðarfelagið P/F Uvak verður sett á stovn.

1935     S/S Anana verður keypt

Mynd: Føroya Fornminnissavn

1936     P/F Tórshavnar Skipasmiðja verður stovnað.

Mynd: Føroya Fornminnissavn

1946     Virkið J.F. Kjølbro verður stovnsett sum partafelag.
1947     Nýbygningarnir Jóannes Patursson og Nólsoyar Páll verða bygdir.
Jóannes Patursson Nólsoyar Páll
1948     Stovnsetan av L/F Føroya Fiskasølu.
1951     Elfelagið SEV fer undir útbyggingarvirksemi sítt.

1953     Stovnsetan av L/F Føroya Sildasølu.

1958     L/F Ognarfelagið  verður sett á stovn og endurskipanin av línuskipaflotanum gerst

            veruleiki.

1959     Trygingarsambandið Føroyar byggir út á Kongabrúnni.

1966     Virkið Leif Mohr verður stovnsett sum partafelag.

1966     Hekkutrolarin Kap Farvel kemur til landið.

Kap Farvel

Mynd: Føroya Fornminnissavn

1966     Føroya Lívstrygging verður sett á stovn.

1969     Ítróttarhøll verður bygd á Nabb.

Ítróttarhøllin á Nabb

1969     Vesturkirkjan verður bygd.
1970     Føroyagrunnurin verður settur á stovn.

1973     Sildavirkið Harenga verður bygt.

1974     P/F Marknaðarrøkt verður sett á stovn, ið letur teir 9 Polen-línubátarnar byggja.

1974     Farið verður undir vinnuliga útbygging av økinum Uppi á Hálsi.

1975     Fyrsti Christian í Grótinum verður bygdur.

Christian í Grótinum

1975     SMS fer til verka við bygging á Trapputrøðni.

1977     Fyrstu tveir ísfiska-hekkutogararnir verða bygdir av fronsku Forges Caloin røðini

            uppá tils. 10 bátar.

Bakka Kristian

1980     Partafelagið Hotel Føroyar verður sett á stovn.

Hotel Føroyar

1980     IRF verður stovnað.
 

Myndir av teimum, sum undan fóru.

 

Thorstein Petersen Leif Waagstein Dánjal Magnussen


                                                

 

 
 Sendistovan